Myndir: Oilwind flytir nú norður í Bónus-bygningin

Myndir10-11-2018 - 21:46 - Jóanis Albert Nielsen

Smiðjan í Miðvági Oilwind hevur seinastu tíðina gjørt ymiskt norði í bygninginum, sum Bónus heldur til í Miðvág.

Í dag hava menn arbeitt við at sett nýggj vindeygu í tann partin, sum Oilwind skal brúka, og fara tey fólkini ið arbeiða á kontórinum hjá Oilwind at flyta av kai-økinum í Miðvági og norður í Bónur-bygningin.

Ætlanin er ikki at verkstaði skal flyta í tann bygningin, men kemur framhaldandi at halda til á kai-økinum í Miðvági.