Myndir: Nýggja Ørnin varð flotað í dag

ítróttur06-07-2020 - 20:20 - Jóanis Albert Nielsen
Í dag er nýggjasti báturin hjá Sandavágs ítróttafelag (SÍF) flotaður, talan er um eitt 5-mannafar, sum hevur fingið navnið ØRNIN. 

Tað eru 12 ár síðani at SÍF lat nýggjan bát byggja, tá ið Skúgvur kom til bygdina í 2008. Í 2002 kom seinasta Ørnin til bygdina, tann Ørnin hevur nú fingið navnið Havørnin, og Havørnin, sum felagið hevur lánt seinastu árini verður nú latin aftur til eigarnar. 

Afturat teimum trimum bátunum hevur SÍF eisini Hvítravn.

SÍF hevur fimm manningar, um rógva kapp í summar.