Mynd: Sakaris Frederiksen

Myndir: Nýggi trolarin Svend C er í Føroyum eftir útgerð

Myndir10-01-2017 - 18:18 - Jóanis Albert Nielsen

Nýggjasta skipið sum grønlendingar hava lati bygt, kom til Føroyar á middegi. Svend C eitur skipið, og er tað felagið Sikuaq Trawl ið eigur trolarin. Trolarin er 83 metrar langur, og er bygdur í Turkalandi.

Svend C loysti á jólum úr Turkalandi, og setti kóstina móti Føroyum, at taka útgerð, áðrenn leiðin gongur til Nuuk.

Tá ið liðugt er at bunkra Svend C og ymiskt annað er komi umborð, so gongur leiðin til Havnar at taka trolútgerð frá Vónini.

Svend C er gjørdur soleiðis, at hann bæði kann fiska eftir rækjum og makreli.

Kostnaðurin fyri Svend C er 350 mió.

Myndirnar hava Eli M. Jákupsson og Sakaris Frederiksen tikið.