Myndir: Móttøka fyri Hoyvík

Myndir07-01-2017 - 15:44 - Jóanis Nielsen

Í nógva regninum í dag seinnapartin var móttøka á Vestaru Bryggju fyri nýggja uppsjóvarskipinum Hoyvík hjá Thor. Annika Olsen, borgarstjóri, og Hans Andrias Kelduberg, reiðari, takkaði og beyð almenninginum umborð, skrivar torshavn.fo.

Sí myndir frá móttøkuni av Høgabergi.

Annika Olsen, borgarstjóri, ynskti hjartaliga tillukku við skipinum og ikki minst ynskti hon skipinum hjartaliga vælkomnum til Havnar. Henni dámdi væl navnið og takkaði Thor fyri, at hava søguna í huga, tá tey navngóvu skipið.

- Hoyvík er fyrsta uppsjóvarskip í Havn, síðani Krúnborg varð seld í 2006. Serliga hugaligt er tað tí, at vit hava fólk og feløg, sum tora at taka við avbjóðingum. Vit plaga at siga, at tað blíðkar fyri hugaðum monnum, og her er talan um undangongufyritøku við lít.

- Tað er sera fløvandi at síggja tykkum keypa skip og skapa nýggj arbeiðspláss í eini vinnu, har høvuðsstaðurin hevur havt trupult at fóta sær. Tí er eitt slíkt átak eisini so serliga kærkomið, segði Annika Olsen.

Hon nevndi víðari, at tað at skapa nýggj arbeiðspláss og inntøku til samfelagið er treytin fyri, at vit klára at fylla ásettar karmar og skapa tann trivnað, ið er neyðugur í kappingini til tess at draga okkara vælútbúnu fólk heimaftur úr útlondum – og fáa hini at trívast í landinum.

- Eg vóni, at tað áræði, sum hetta avspeglar, vísir tykkara dirvi og tykkara hegni at taka við avbjóðingum í fleiri ymsum vinnum á sjógvi. Tit eru eitt hitt besta prógvið fyri, at føroysk vinnulívsfólk ikki setast hendur í favn at bíða, men fara til verka.

- Líka síðan stovnan í 1994 hava tit víst, hvussu nógv tað hevur at siga, at vit førleikamenna okkum og royna at finna tey arbeiðspláss og ta inntøku, ið fjølbroytt vinna kann geva.

- Eg fari at takka tykkum fyri, at tit í verki vísa, at tykkara partur ikki liggur eftir, tá tað ræður um at leggja lunnar undir menning og at føra ætlanir út í lívið!

- Vegna Tórshavnar kommunu og býráðið vil eg tí ynskja tykkum blíðan byr og alt tað besta við "Hoyvík", og vit biðja Guðs signing yvir bæði skip og manning.

- Síðan skal eg vegna Tórshavnar kommunu ynskja reiðarínum alt tað besta við hesum átaki og blíðan byr, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.