Myndir frá hátíðarligari løtu í Ólavskirkjuni í Kirkjubø

myndir08-07-2019 - 09:57 - Jóanis Nielsen

Fólkakirkjan skrivar: Myndir frá hátíðarligari løtu í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, tá ið Emil Olsen, fyrrverandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, mánakvøldið hin 1. juli varð skipaður í tænastu sum Føroya stiftsprestur atknýttur biskupi. Aftaná varð farið í biskupsgarðin til buffet. Eitt sera hugnaligt og væleydnað kvøld bæði í kirkjuni og biskupsgarði.

Myndirnar eru eisini frá Fólkakirkjuni.