Myndir: Føroyar vunnu 3-2 á Luksemborg

Myndir25-03-2018 - 22:16 - Jóanis Albert Nielsen

EM-flogbóltur: Føroyar vann silvur við at vinna 3-2 á Luksemborg, í sera tøttum og spennandi dysti.

Føroyska liðið tapti fyrsta og annað sett, 12-25 og 20-25 fyri síðani at reisa seg og vinna triðja sett 25-20 og fjórða sett 25-18. Fimta sett var ein gysari, har ungu leikarnir vístu teirra styrki og vunnu 15-13 og harvið dystin 3-2.

Føroyar endaðu sostatt á øðrum plássi í kappingini, har Luksemborg vunnu gull og Ísland silvur.