Myndir: Fleiri skip á Kollafirði

Myndir25-11-2017 - 08:57 - Jóanis Albert Nielsen
Hesar myndirnar tóku vit í gjár, og sum tær vísa, so eru 4 reyð uppisjóvarskip á Kollafirði. Talan er um Hoyvík, sum ger klárt at fara á svartkjaftaveiðu. Borgarin bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði. So eru eisini tvey skip frá Vestmannaoyggjum í Íslandi. Talan er um Heimaey og Sigurdur, sum nokk eru komin inn at kroka. Afturat teimum, so er Vesthav hjá Bakkafrost eisini á Kollafirði.