Myndir: Ferðsluóhapp á Vatnavegnum

Myndir21-11-2018 - 17:20 -
Um trý-tíðina í dag fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent á Vatnavegnum í Vágum.

Løgreglan sendi fólk frá teimum og sjúkrabil á staði.

Bilarnir vóru áveg ímóti Miðvági, har tann eini steðgar og fer til síðuna. Bilurin aftanfyri varnast tað ov seint, og tekur í vinstrumegin aftan á bilinum, sum var farin til síðuna.

Hvørgin av bilunum fingu koyrt víðari og tá ið vit vóru á Vatnavegnum um 17-tíðina var arbeitt uppá at fáa tann seinna bilin av vegnum.

Kvinnan ið var førari í bilinum ið bleiv árendur var flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hevði ikki fingið nakran stórvegis skaða av hendingini, verður sagt av løgreglustøðini.