Myndir: Brestir er komin heim undan Eystur-Grønlandi

Vinna27-07-2019 - 12:39 - Jóanis Albert Nielsen

Brestir kom í dag heim undan Eystur-Grønlandi, har teir hava fiskað svartkalva. Brestir hevur 270 tons. Veiðan verður landa í Miðvági.

Brestir hevur 130 tons eftir at fiska av svartkalvakvotuni í Eystur-Grønlandi.

Veðrið hevur verið av tí fagrasta allan hendan túrin.

Tað eru 13 mans við Bresti, skipari er Tormann Niclasen úr Bø.