Myndir: Bilur fór 70 metrar útav vegnum

Myndir09-07-2018 - 19:23 - Jóanis Albert Nielsen

Seint seinnapartin í dag fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein týskur ferðamaður hevði koyrt útav vegnum úti á Trøð í Sandavági. Úti á Trøð er tá ið man er ávegis til til Trøllkonufingur, týskarin hevur allarhelst ikki varnast at vegurin endaði, og hevur so koyrt útav vegnum. 

Bilurin fór umleið 70 metrar útav vegnum, og hevði hann ikki steðgað har sum hann gjørdi, hevði hann allarhelst endað á sjónum.

Løgreglan og Miðvágs- Sandavágs sløkkilið blivu boðsend at fara á staði, og fingu bilin upp aftur. 

Týskarin fekk ongan skaða.