Myndir: Beint omanfyri 100 hval hava lagt beinini

Myndir08-08-2013 - 22:37 - Jóanis Albert Nielsen
Grindin sum var hildin til á Sandavági, gekk í 2 bólkum. Tann fyrri bólkurin, sum hildin var til var uml. 100 hval, tað gekk avbera væl, alt gjørdi landgongd og so var bara at stinga (stinga við nýggja drápsknívinum). Nýggi knívurin riggaði avbera væl og menn dugdu eisini væl at brúka knívin - drápið tók 8 min.
Tá liðugt var, fóru bátarnir eftir hinum bólkinum, hann var ikki so stórur 10-15 hval. Tann bólkurin var ringur at fáast við og endaði í urðini giljamegin, men tá ið hann kom inn, gekk tað skjótt.
Summarferia er, so tað verður sýslimaðurin í Klaksvík - Karl Johansen, sum kemur at skifta grindina.