
Myndir: Air Baltic vitjar í Vágum
top06-10-2017 - 15:30 - Jóanis Albert Nielsen
Í dag lendi Air Baltic á Vága Floghavn fyri fyrstu ferð. Air Baltic er úr Letlandi.
Flogfari, sum kom beinleiðis úr Riga fer avstaðaftur seinni í dag, og kemur síðan aftur í morgin, 7. oktobur.
Flogfari sum lendi er av slagnum, Boeing 737-500.
Sum ein av myndunum vísur, so er nógv ferðsla á flogvøllinum í dag.
Umframt at SAS hevur havt eina komu og fráferð við teirra nýggja A320-neo, so hevur Atlantic Airways tilsamans seks komur og sjey fráferðir í dag.