Myndir - Ættarstevnan Norðan fyri Garð

myndir16-09-2018 - 18:59 - Jóanis Nielsen

 Í gjár stevndu 400, av eftirkomarunum hjá Jacobinu, sum var úr Gomlustovu í Sørvági, og Zachariasi Nielsen, sum var úr húsinum Norðan fyri Garð í Sandavági, til ættarstevnu í Sandavági.

Stevnan byrjaði kl. 15, tá øll møttu við kirkjuna í Sandavági, í kirkjuni greiddi søgufróði Heini F. Petersen frá kirkjunum í Sandavági. Síðan varð farið gongutúr í gomlu bygdini og Út á Bakka, har Heini somuleiðis greiddi frá bústaðum og handils- og vinnulívinum í Sandavági í gomlum døgum.

Um kvøldi var borðreitt fyri øllum ættarfólkunum í Høllini á Giljanesi.

Tiltakið var sera væleydnað, veitslan helt á til midnátt.

Les meira HER.