Myndir: 07 Vestur vann 4-1 á oddaliðnum

Myndir17-08-2013 - 22:54 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag hevði 07 Vestur vitjan av oddaliðnum HB í bólkinum "dreingir 16". Áðrenn dystin hevði oddaliðið HB 24 stigum og 07 Vestur hevði 18 stig.

Dreingirnir hjá 07 Vestur løgdu meira trýst á frá byrjar. 07 Vestur dreingirnir løgdu seg eisini frammum bæði 1-0 og 2-0. HB minkaði munin til 2-1 beint aftaná at 07 Vestur hevði skorað til 2-0. Hálvleikstøðan var 2-1 til heimaliðið.

Í seinna hálvleiki komu 2 mál, bæði til 07 Vestur. Sostatt endaði dysturin 4-1. 

HB er enn oddalið, men 07 Vestur dreingirnir minkaðu munin við 3 stigun. So HB er nú bara 3 stig fremst. HB hevur 24 stig og 07 Vestur hevur nú 21 stig.

Trýst her fyri at síggja myndir frá 3. deild dystinum 07 Vestur - TB.