Myndir: 07 Vestur og FC Suðuroy 1-1

ítróttur16-08-2014 - 23:17 - Jóanis Albert Nielsen

 Tey bæði liðini (07Vestur og FC-Suðuroy) sum kappast um at koma uppí Effo-deildina, saman við TB, samdust um javnleik á Valloyruni í dag.

Fyrri hálvleikur var javnur og tað kom einki mál. Tá ið 4 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, kom 07Vestur framum, við máli sum Torstein Mýlingstind stóð fyri. Hendan støðan helt sær til 4 minuttir vóru eftir at leika, tað var Búi Egilsson hjá FC-Suðuroy, sum stóð fyri tí málinum.

 Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1, FC-Suðuroy hevur nú 38 stig og 07Vestur hevur 37 stig.