Myllan niðurtikin - myndir

Vinna09-01-2014 - 21:57 - Jóanis Albert Nielsen

Nú verður bensinsølan og handilin Myllan í Miðvági niðurtikin.

MAGN keypti fyri tíð síðan Mylluna frá Jógvan Hans Joensen. Nú skal nýggj nútímans bensinsøla og handil byggjast á sama stað, væntandi verður nýggji bygningurin liðugur uml. mars/april í ár. Tað er byggifyritøkan J&K, sum stendir fyri øllum arbeiðinum fyri MAGN.

Jógvan Hans Joensen bygdi Mylluna í 1977, tað var eftir tátíðar krøvum ein flott og nútímans bensinsøla við handli og Cafe, har møguligt var eisini at keypa heitan mat, s.s døgurða/ búffar og allan vanligan grillmat. Myllan varð tey fyrstu nógvu árini brúkt bæði til veitslur, brúðleyp og føðingardagar.

Jógvan Hans Joensen var einaumboð fyri BOSCH í Føroyum í nógv ár, m.a. hevði hann eisini handil og verkstað í Havn. Um tað mundi, tá ið Myllan varð bygd, hevði hann 8 lastbilar og 2 bussar.