Minni alment útlát

politikkur10-03-2021 - 12:41 - Jóanis Nielsen

Skal trúvirðið vera í lagi, mugu vit byrja vit okkum sjálvum. Tað halda tinglimir Javnaðarfloksins, sum vilja hava nógv størri dent á umhvørvisvernd í tí almenna. Tí hevur Jóhannis Joensen sett landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um alment útlát.

Tað er okkara skylda sum javnaðarfólk at verja umhvørvið og at ganga á odda fyri burðardygga samhaldsfasta samfelagnum. Soleiðis stendur at lesa í umhvørvispolitikkinum hjá Javnaðarflokkinum, og hevur hetta eisini merkt førda politikkin hjá flokkinum seinastu árini. hevur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sett Jørgeni Niclasen ein skrivligan fyrispurning um alment útlát. Hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at áseta krøv um umhvørvisvinarligar bygningar, bilar og annað alment innkeyp.

- Sum politiskur myndugleiki kunnu vit seta í verk forboð, krøv ella skipanir, sum eggja til, at vit dálka og útlata minni vakstrarhúsgass, enn vit gera í dag. Skal trúvirðið vera í lagi, mugu vit byrja við okkum sjálvum, sigur Jóhannis Joensen.

Javnaðarflokkurin heldur, at vit eiga at hava umhvørvið fremst í huga, bæði tá tað kemur til upphiting av almennum bygningum, tá almennir stovnar keypa akfør, og at alment innkeyp sum heild er umhvørvisvinarligt.

- Í mong ár hevur eftirsleipið bara til viðlíkahald av almennum bygningum verið stórt, og tí er helst ikki veruleikakent at vænta, at orkuloysnirnar á verandi almennum bygningum verða útskiftar í bræði, hóast tað hevði verið skilabest. Harafturímóti ber til at seta krøv um grøna orku á øllum nýggjum bygningum, sum tað almenna letur byggja, vísir Jóhannis Joensen á.

Norska stjórnin hevur í eini nýggjari verðurlagsfráboðan boðað frá, at frá 2022 skulu allir almennir stovnar bara keypa bilar, sum einki útlát hava - tað vil siga elbilar. Hetta er galdandi fyri persónbilar og smærri vøruvognar. Jóhannis Joensen heldur, at vit við fyrimuni kundu hugt til Noregs og gjørt tað sama her í Føroyum.

- Tað kundi fingið stóran týdning fyri grøna orkuskiftið her á landi, samstundis sum tað vildi verið ein fíggjarlig sparing fyri tað almenna í longdini. Altso ein vinn-vinn støða, sum bæði hevði gagnað umhvørvinum og fíggjarstøðuni, vísir Jóhannis Joensen á í viðmerkingunum til fyrispurningin, sum í nærmastu framtíð skal svarast og viðgerast í løgtinginum.