Miðvingar í royting í Nípu - myndir

myndir18-07-2019 - 23:07 - Jóanis Nielsen

 Miðvingar hava í dag verið í royting í Nípu, nógv ferðafólk vóru í haganum, so teir máttu fyrst fáa tey til síðis, soleiðis at tað bar til at reka seyðin. 

Tað gekk væl og seyðurin er væl fyri, siga miðvingar.

Seyðurin var royttur við maskin, ein frá New Zelandi klipti so at siga allan seyðin, tað gekk óføra væl at royta.

Hagamaðurin í Nípu tey seinastu nógvu árini - Harald R. Nattestad - andaðist brádliga seinast í apríl - tí mintust fjallmennirnir Harald, áðrenn teir fóruo hagan - Harald gjørdist 64-ára gamal.

Myndirnar hevur Dagbjørn Hansen tikið.