Miðvágs Róðrarfelag 60 ár - myndir

ítróttur25-04-2017 - 20:36 - Jóanis Nielsen

 Leygardagin 22. apríl vóru 60 ár síðan Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað. Í samband við 60-ára dagin var í dag samkoma í Róðrarneystinum í Miðvági, har nógv fólk var samankomið - fleiri røður vórðu hildnar.

Okkum vitandi so kom 8-mannafarið Miðvingur, sum Niclas í Koltri bygdi, til Miðvágs 6 dagar eftir at felagið varð stovnað t.v.s. 28. apríl í 1957 - 28. apríl høvdu bátasmiðurin Niclas í Koltri og navnframi miðvingurin Albin Vang føðingardag.

Niclas í Koltri var føddur í 1901 og Albin Vang í 1919.

Myndirnar hevur Tóri Nielsen tikið.