Marjun í Kálvalíð prestvígd sunnudagin

Mentan13-09-2013 - 23:12 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin, 15. september, verður Marjun í Kálvalíð prestvígd av Jógvani Fríðriksson, biskupi, í Dómkirkjuni í Havn. Marjun er sett í starv sum prestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjøldum.

Mikkjalsmessudag, 29. september, verður hon innsett í tænastuna við hámessu í Vestmanna kirkju. Tað er Uni Næs, dómpróstur, ið skipar komandi prestin í kallið.

Kelda: trubodin.fo