Makrelrok á Nólsoyarbankanum - myndir

top18-11-2018 - 22:44 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kemur á Fuglafjørð í kvøld við 1.300 tonsum av góðum makreli, sum teir hava fiskað á Nólsoyarbankanum.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Høgna Hansen, hann segði, at tað var nógvur makrelur at síggja, teir royna við nót, teir gjørdu trý køst, sum teir fingu 1.300 tons burturúr.

Tað er neyvan fiskað við nót eftir makreli á Nólsoyarbankanum áður.

Tá ið roynt verður við nót, tá verður góðskan í topp, so spennandi verður, hvat teir fáa fyri makrelin, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.

Høgaberg byrjar at landa á midnátt, tað tekur tvey døgn at landa skipið.