Løgmaður sigur so nógv

Vinna21-08-2013 - 00:36 - Jóanis Nielsen

Kaj Leo Holm Johannesen skrivar á Facebook:

Til mín partamann og floksfelaga Edmund Joensen, tað er hugstoytt at verða persónliga niðraður við viðmerking tínari á Portalinum " at Løgmaður sigur so nógv" beint eftir einum samráð.
Vinaliga lat okkum standa saman í hesum álvarsmáli og dragu somu línu og verja Føroysk áhugamál og ikki Donsk.
Eg havi ikki og fari ikki at geva meg, sum tað bleiv gjørt í 1996, tá vit løgdu okkum fløt fyri ES og donskum áhugamálum.