List á Giljanesi

Mentan06-05-2014 - 16:20 - Jóanis Nielsen

 Listin í skúlanum á Giljanesi og í túninum frammanfyri bygningin varð avdúkað í morgun

Tað er listamaðurin Eli Smith sum hevur staðið fyri tí, sum er innandura. og Napoleon Smith, sum er sonur til Eli, hevur gjørt æðuhylin uttanfyri.

Skráin var henda:
 Regin bjóðar vælkomin
 Eli Smith avdúkar listaverkið
 Filmur um listaverkið á ca 7 min
 Stutt frágreiðing um steinsløgini
 Æðuhylurin avdúkaður

Sigast má at feðgarnir Eli og Napoleon eru komnir væl frá uppgávu síni.

Aftaná var hugnaløta á lærarastovuni á Giljanesi.

Sí myndir niðanfyri: