Landsfundur Miðfloksins 2021- stutt lýstur

politikkur13-03-2021 - 10:13 - Jóanis Nielsen

Grækarismessudag hevði Miðflokkurin landsfund sín fyri 2021 í skúlanum á Fossanesi.

Út móti seksti fólk høvdu leitað sær norður til fundar, harímillum vóru nógv nýggj andlit at síggja. Kjakið var lívligt, hugaligt og frameftirlítandi.

Løgtingsmenninir, Stefan Klein Poulsen og Bill Justinussen, greiddu frá løgtingsarbeiðinum og formaðurin, Jenis av Rana, frá arbeiðinum sum landsstýrismaður.

Fundarfólkið fegnaðist um avrik floksins í samgonguni, og eggjaðu politikarunum at halda á við stríðnum at tryggja øllum føroyingum tíðarhóskandi bústað og virðiligar sosialar umstøður. Dentur varð lagdur á týdningin av tryggum útbúgvingarmøguleikum, og harmast varð um ótryggleikan, ið mong siga frá á barnaverndarøkinum.

Vána støðan, ið botnfiskaflotin er staddur í, fekk eisini rúmd, og loysn av trupulleikanum varð umrødd.

Fegnast var um sendistovuna í Ísrael og góðu og styrktu støðu Føroya á uttanríkispolitiska økinum.

Formaður teirra ungu, Aksel Berg, greiddi frá ovurstóra týdninginum Miðflokkurin hevur í føroyskum politikki, og hann eggjaði ungum at gerast aktivir luttakarar í samfelagsligu menningini.

Nevndarval var á skránni, í nýggju nevndini sita:

Mia av Kák Joensen,

Aksel Berg

Danjal av Rana

Rani Skaalum

Fimmbogi Poulsen

Jenis av Rana