Landið forsømir sínar ábyrgdir innan demensøkið – her krevjast broytingar

Politikkur27-08-2019 - 07:26 - Jóanis Albert Nielsen

Seinastu árini hava vit sæð fleiri kommunur og eldrasamstørv gera ein innsats fyri at menna teirra tænastur og tilboð á demensøkinum, men tíverri kunnu vit ikki siga tað sama um landið, sum má taka aðrar partar fyri, um tað skal eydnast okkum sum samfelag at røkka settu málunum í álitinum um “eitt demensvinarligt samfelag”.

Tað eru longu umleið fýra ár síðani, at álitið “eitt demensvinarligt samfelag – gloymsk, men ikki gloymd” kom við fjúrtan ítøkiligum tilmælum um, hvussu vit sum samfelag kunnu bøta um korini og møguleikarnar hjá teimum borgarum, sum verða raktir av sjúkuni demens, so hesir framhaldandi kunnu verða virknir borgarar í samfelagnum og varðveita eina høga lívsgóðsku.

Tað harmar meg, at landsstýrið higartil ikki hevur raðfest hetta økið. Millum annað hevur landið ikki sett í verk tilmælið í álitinum um at orða eina yvirskipaðan demenspolitikk. Tað er snøgt sagt hent ov lítíð frá landsins síðu, og tað er als ikki nøktandi.

Tvíbýtt ábyrgd er ofta eingin ábyrgd

Ein annar trupulleiki, sum heldur ikki er loystur enn, er tað óskipaða ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á demensøkinum, har kommunurnar eiga ábyrgdina, um tann sjúki er 67+, meðan landið eigur ábyrgdina, um talan er um yngri borgara enn tað.

Vit hava so ofta áður sæð, at har tveir partar hava ábyrgd innan sama øki, so endar tað tíverri ofta við ongari ábyrgd, og taparin er borgarin. Í hesum føri er tað í mestan mun landið, sum ikki tekur ábyrgd av sínum parti, og tí fáa tey undir 67 ár ikki ta hjálp, sum tær hava rætt til og so stóran tørv á.

Her má eitt komandi landsstýrissamgonga beinanvegin taka ábyrgd og loysa hesar álvarsomu trupulleikar, tí sjálvandi skulu øll við demensi, uttan mun til aldur, fáa somu tilboð um hjálp.

Landið forsømir sínar ábyrgdir innan demensøkið – her krevjast broytingar.

Á hesum álvarsama øki vil eg vil ógvuliga fegin brúka mínar politisku royndir til at hjálpa og gera mun – fái eg møguleikan til tað á løgtingsvalinum leygardagin.

Jákup Mikkelsen

Valevni fyri Fólkaflokkin