Lambið leiddi bóndan

Mentan13-09-2013 - 23:16 - Jóanis Nielsen

Magnus Pauli Dahl-Olsen í Saksun er bóndi á Kvíggjarhamri. Sum 22 ára gamal misti hann pápan, ið datt oman, tá teir vóru á fjalli, og Magnus Pauli mátti tá taka við festinum. Seinni kom hann í djúpa depressión, sum tað tók mong ár at koma burturúr. Men í fjør broyttist alt, tá Magnus Pauli kom til trúgv á Jesus eftir eina heldur løgna hending í haganum

Eftir veðragjólingum
Pápi Magnus Paula doyði í 1995. Hetta hendi, meðan hann og synirnir vóru farnir í hagan eftir veðragjólingum. Magnus Pauli greiðir soleiðis frá:
– Hetta var 28. januar, eg og yngri beiggi mín, Jóhan Birgir, fóru saman við pápa at taka veðragjólingar. Tað var illfýsið veður tann dagin og pápi ivaðist leingi í at fara. Gav fyrst boð, gav síðani avboð, men gav so boð aftur. Tað var kavi og nakað av jarðroki, men so fóru vit.
– Tá vit eru komnir uppá pláss, gera vit avtalu um, at pápi fer frá okkum oman í bakkan at vita, um hann sær nakrar veðragjólingar. Vit standa so eftir uppi á fjallinum og bíða. Ein góð løta gongur, og hann kemur ikki aftur. So einaferð kemur hundurin einsamallur niðan til okkara; hann bløðir um labbarnar, og bandið, sum pápi hevði á honum, var slitnað, sigur Magnus Pauli.

Bað um hjálp
Magnus Pauli var fyri eini hending, sum gjørdist avgerandi fyri, at hann kom til trúgv á Jesus.
– Eg stríddist eina ‘evigheit’ at savna alt aftur, men tá var eg fullkomiliga útlúgvaður og sigi við meg sjálvan: “mugu allir Guds einglar hjálpa mær nú”. Eg orkaði ikki meira, og miseydnast tað aftur nú, so er hesin dagurin farin fyri einki. Men tað hendi tað sama sum fyrru ferð, seyðurin fer inn eftir rásini, men tá hann er komin innum fyrsta kneysan so er aftur sama skilið, sum var um morgunin. Eg stóð bara og hugdi og visti ikki, hvat eg skuldi, men tá hendi nakað løgið, sigur hann.

Les alla samrøðuna við Magnus Paula í Trúboðanum, sum er komin út í dag.