Kyndil vann 20-15 á KÍF - myndir

Ítróttur03-11-2014 - 01:58 - Jóanis Nielsen

 Dysturin í Kollafirði gjørdist ongantíð spennandi - vánaligt álopsspæl, serliga frá KÍF, sum í dystinum hevði einar 12-15 upplagdar málmøguleikar, sum antin fóru omanfyri, við síðuna av ella frálíki málmaðurin hjá Kyndli - ;laden Mjevimacha tók.

Liðini fylgdust væl teir fyrstu 10 minuttirnar av dystinum, men so stoppaði upp hjá KÍF, støðan í 10. min. var 3-4  -  - - í 26. minutti var støðan 3-10 t.v.s. at í 16 minuttir fekk KÍF einki mál, hinvegin so var verjuparturin bæði hjá KÍF og Kyndli góður, hálvleiksstøðan gjørdist 5-11.

Seinna hálvleik vann KÍF 10-9, men tað var ikki nokk fyri at fáa spenning aftur í dystin, sum Kyndil vann 15-20, samstundis liggur Kyndil nú á 3. plássi við 7 stigum.

KÍF: Jaspur Joensen, Andrias Nielsen 1, Poul Finnur Egholm 2, Teitur Joensen 3, Hjalti Matras, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Rógvi Veyhe, Fríði Veyhe 1, Tony Weyhe 1, Jákup Trygvason 1 og Ási Dam 2.

Kyndil: Hans Arni Thomsen 1, Andrias B. Sólsker, Hjalti Bachmann 1, Josef Abrahamsen 1, Julian Johansen, Birgir Poulsen, Rene S. Joensen 1, David Edvardsen 7, Mladen Mjevimacha, Finnur Hansson 2, Bjarni Sørensen 4 og Frank Askildsen 3.

Støður:

5. min. 2-2

10. min. 3-4

15. min. 3-6

20. min. 3- 7

25. min. 3-10

30. min. 5-11

35. min. 7-14

40. min. 9-15

45. min. 10-16

50. min. 12-19

55. min. 14-20

60. min. 15-20.

Dómarar: Heeri Petersen og Thomas Juul.

Áskoðarar: 150.

Dystir um vikuskiftið:

01.11.2014 18.00Klaksvíkar BadmintonhøllA119Team KlaksvíkVÍF212702
02.11.2014 16.00Ítróttarhøllin á SkálaA120StÍFH71202402
02.11.2014 16.00Ítróttarhøllin í KollafirðiA121KÍFKyndil152002


Støðan í Atlantic Airwaysdeildini
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF61611283310
2H716145121248
3Kyndil6139118217
4Neistin6139146-77
5KÍF6147156-94
6StÍF6141155-144
7Team Klaksvík6135183-482