Konsert við Siloakórinum

mentan20-12-2019 - 16:08 - Jóanis Nielsen

Jólakonsert við Siloakórinum

Aftur í ár bjóðar Siloakórið øllum til jólakonsert í Fuglafirði.

Konsertin verður í Siloa sunnukvøldið, 22. desember kl 20. Kórið syngur bæði siðbundnar eldri jólasangir, men eisini nýggjari sangir, ið hava sín uppruna í kórinum sjálvum.

Sungið verður bæði a-capella og saman við orgli og orkestri.

Victoria á Lakjuni úr Klaksvík verður eisini við á konsertini í Fuglafirði sunnukvøldið, har felagssangur eisini er á skránni.

Øll eru vælkomin, og ein hugnaligur kaffimuður verður at fáa aftaná.