Nýggjastu


Kom og tak eina jólamynd og fá ein pakka í jólaumhvørvinum hjá Betri í Miðvági

mentan09-12-2019 - 15:51 - Jóanis Nielsen

Øll eru hjartaliga vælkomin hósdagin og fríggjadagin 12. og 13 desember í Betri í Miðvági at taka eina jólamynd.Betri hevur myndamann og til ber at fáa myndina prentaða.

Tey, sum støkka inn á gólvið, fáa harafturat eina lítla gávu og lutakast verður um eina gávukurv.

Tey vaksnu fáa kaffi og okkurt gott afturvið.

Tak vinir, skúlafelagar ella mammu, pápa og kanska abba og ommu við. Barnagarðar eru sjálvandi eisini vælkomnir.