KJ í Fuglafirði hevur handað nýbygning nr. 48

vinna02-08-2017 - 10:28 - Jóanis Nielsen

Nýbýgningur nr. 48 handaður.

Seinnapartin í gjár bleiv enn ein tvíkilja handað Bakkafrost. Hettar er nýbygningur nr. 48 hjá KJ og tann 24’inda, sum er bygd til Bakkafrost. Tvíkiljan er 15,5 m long og 7,0 m breið, hevur tveir IVECO motorar 420 HK hvør og IVECO 110 KVA hjálpimotor.

Av dekksútgerð kann nevnast, at tvíkiljan er útgjørd við Palfinger 50 tons krana, 15 tons dekkspæli og trimum 1 tons kapstanum.

Tvíkiljan hevur fingið navnið Leitið og er merktur til Viðareiðis.

Fyri stuttum undirskrivaði KJ sáttmála við Grieg Seafood Skottland, um bygging av einari tvíkilju. Hettar verður sostatt nýbygningur nr. 49 hjá KJ. Tvíkiljan verður 16 mtr. long og 8mtr breið og sostatt størsta tvíkilja sum higartil er bygd í Føroyum.