KÍF vann oddauppgerðina

ítróttur27-10-2013 - 23:05 - Jóanis Nielsen

KÍF vann oddauppgerðina ímóti Neistanum við 30-25 eftir hálvleiksstøðuna 18-13. KÍF hevur nú 8 stig, tað hevur VÍF eisini, men VÍF hevur leikt ein dyst meira enn KÍF (sí støðuna niðast á hesi grein).

KÍF byrjaði betri og legði seg framum beinanvegin, teir førdu eisini allan dystin og kundu, um væl visti við, vunnið við størri málmuni.

Tað var gott málmansspæl frá báðum pørtum, hjá KÍF vóru tað Emil Dam og Jaspur Joensen, sum vardu málið hvør sín hálvleik, báðir stóðu heilt væl. Hjá Neistanum var Mikkjal Hansen í málinum allan dystin, hann stóð eins og KÍF-málmennirnir ein branddyst.

Hjá KÍF vóru tað Andrias Nielsen og Jákup Trygvason, sum gjørdust bestu málskjúttar, teir fingu 7 mál í part. Hjá Neistanum gjørdi Herbjørn Lava besti málskjútti, hann fekk somuleiðis 7 mál.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen 7 mál og eina útvísing, Ási Dam, Rasmus Junker 2 mál, Tony Weyhe 3 mál, Teitur Joensen, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnson 3 mál, Nicklas Selvig 3 mál, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen 5 mál og eina útvísing, Jákup Trygvason 7 mál og eina útvísing.

Neistin: Mikkjal Hansen, Bjørn Mohr, Rói B. Hansen 1 mál, Aleks Buha 1 mál og eina útvísing, Terji Mørk 1 mál, Blagoja Buha 5 mál, Teitur Magnusson 2 mál, Jugoslav Bjumic 4 mál og eina útvísing, John í Innistovu 1 mál, Hjalti í Jákupsstovu 3 mál, Beinir Davidsen tvær útvísingar, Herbjørn Lava 7 mál.

Áskoðarar: 150

Støður:

5. min. 6-4

10. min. 7-6

15. min. 10-7

20. min. 14-8

25. min. 17-11

30. min. 18-13

35. min. 19-14

40. min. 22-15

45. min. 23-18

50. min. 25-21

55. min. 28-23

60. min. 30-25

Dómarar: Daniel Rapa og Heri Petersen.


Í Vestmanna tók VÍF ímóti Team Klaksvík, VÍF vann stórsigur 43-26. 


Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF5148112368
2VÍF6190160308
3Kyndil512311856
4Neistin5133144-116
5H715133134-14
6StÍF5127135-84
7Team Klaksvík5116167-510