KÍF vann 34-25 á Team Klaksvík(16-16) - myndir

ítróttur10-11-2013 - 01:36 - Jóanis Nielsen

Fyrri hálvleikur var javnur og spennandi, liðini skiftust at liggja omaná, og tá ið farið varð til hálvleik vísti máltalvan 16-16.

Í seinna hálvleiki mansvardu kollfiðringar Igor Petrikeeev og Pejovic Zarko, tað gjørdi at Team Klaksvík misti stevið og komu afturút við fleiri málum, hesa leiðslu helt KÍF og vann seinna hálvleik 18-9.

Hjá KÍF var tað serliga Jákup Trygvason, sum gjørdi um seg í kvøld, Jákup sær út til at hava fótað sær í bestu deildini, hann spældi ein góðan dyst í kvøld, Jákup fekk 9 mál.

Hjá Team Klaksvík er Pejovic Zarko uttan iva besti leikari, hann fekk 7 mál í kvøld, men Sámal á Tjaldrafløtti hevði eisini ein góðan dyst, við fleiri góðum royndum, Sámal fekk 3 mál.

Team Klaksvík: Eli Gærdum, Rasmus Magnusson, Otto Jacobsen, Igor Petrikeeev 4 mál, Jón Jacobsen 3 mál og eina útvísing, Dánjal Kjærbo 3 mál og eina útvísing, Heri Johansson, Jens Pauli Mohr, Pejovic Zarko 7 mál og tvær útvísingar, Jákup Joensen 4 mál, Wilhelm Vilhelmsen 1 mál, Sámal á Tjaldrafløtti 3 mál og Andrias Ellingsgaard.


KÍF: Emil Dam, Jasper Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 2 mál og tvær útvísingar, Ási Dam 1 mál, Rasmus Junker 6 mál, Pætur Johannesen, Teitur Joensen 1 mál, Hjalti Matras, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurðbjørnson 8 mál, Nicklas Selvig 5 mál og eina útvísing, Rógvi Weyhe 2 mál, Atli Hammer, Jákup Trygvason 9 mál, Wilhelm Magnussen.


Støður:

5. min. 2-4

10. min. 5-7

15. min. 8-9

20. min. 11-11

25. min. 13-12

30. min. 16-16

35. min. 18-19

40. min. 19-22

45. min. 22-25

50. min. 23-28

55. min. 24-31

60. min. 25-34


Dómarar: Eyðun Samulsen og Heri Petersen.

Sí eisini >>Meting av Elektron-deildini<<

Sí eisini >>Meting av Atlantic Airways deildini<<


Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF72071654210
2VÍF6190160308
3Neistin6157167-108
4H71616115926
5Kyndil6147149-26
6StÍF6150159-94
7Team Klaksvík7172225-532