KÍF vann 33-23 á StÍF (18-13)

ítróttur24-10-2013 - 03:00 - Jóanis Nielsen

Tað gjørdist ein stórsigur til KÍF í dystinum móti StÍF, KÍF vann við 33 málum móti 23 og sigurin kundi lættliga blivi munandi størri, hálvleikstøðan var 18-13

Besti leikarin hjá KÍF í kvøld var uttan iva Jaspur Joensen, sum bjargaði 65% av royndunum frá strandingum. Jaspur kom inn í 20 minutti, tá vísti máltalvan 12-12 - teir næstu 22. minuttirnar fekk StÍf bara eitt mál tað kom í 25. minutti, StÍF fekk so aftur mál í 43. minutti tá ið teir komu uppá 25-14.

Hjá strandingum eydnaðist einki, hinvegin fekk KÍF skjóta spælið at rigga væl til tíðir, eisini stóð verjan manniliga, við Andriasi, Rógva og Tony á miðjuni - framman fyri Jaspuri, sum oftast bjargaði tí, sum verjan ikki kláraði - Jaspur hevði fleiri stórbjargingar.

Vakrasta málið í dystinum kom í 17. min. í seinna hálvleiki, tá ið Rúni Joensen leyp inn frá spískum vinkli í vinstru síðu og spældi bóltin til Nicklas Selvik, sum var lopin inn frá spískum vinkli úr høgru síðu og setti bóltin í netið til støðuna 26-16.

Við sigrinum í kvøld, hevur KÍF aftur lagt seg ovast í Atlantic Airways deildini við 6 stigum, sama stigatal sum Neistin og VÍF, VÍF vann í kvøld 27-26 á H71, VÍF hevur tó leikt ein dyst meira enn Neistin og KÍF.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 5-6

15. min. 9-8

20. min. 12-12

25. min. 15-13

30. min. 18-13

35. min. 20-13

40. min. 24-13

45. min. 25-15

50. min. 28-20

55. min. 21-20

60. min. 33-23.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 6, Rasmus Junker 2, Tony Weyhe 1 og eina útvísing, Teitur Joensen 1 og eina útvísing, Fríði Weyhe 1, Hans Eli Sigurbjørnson 3, Nicklas Selvig 6 og eina útvísing, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen 5 og eina útvísing, Jákup Trygvason 5 og Vilhelm Magnussen 3 øll brotskøst.

StÍF: Levi Nybo, Eyðfinn Poulsen, Jógvan Joensen 3, Marius Joensen 5, Anfinnur Joensen, Allan Norðberg 2, Jákup Berthelsen 3 og eina útvísing, Steinar Prestá 1, Borgar Danielsen 3, Kjartan Johansen 5 og eina útvísing, Alexandur Johansen, Jón Rasmussen eina útvísing og Fríði R. Djurhuus 1 og eina útvísing.

Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen - eg havai nú sæð teir dømt fleiri dystir í ár - sigast má, at teir eru komnir væl frá dømingini.

Áskoðarar: 150.

Sí eisini >>VÍF vann 27-26 á H71 (12-12)<<

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
2NBNeistin4108114-66
1NBKÍF411897316
3VÍF5147134136
4H71411311144
5Kyndil41009824
6StÍF5127135-84
7Team Klaksvík490124-340



Leygardagin 26.10.13
Kl. 15.00 A116 Kyndil – H71 (Atlantic Airways)
Kl. 18.00 d113 Stjørnan – Neistin (Elektron)

Sunnudagin 27.10.13
Kl. 14.30 D112 VÍF – VB (Elektron)
Kl. 16.00 A118 VÍF – Team Klaksvík (Atlantic Airways)
Kl. 16.00 A117 KÍF – Neistin (Atlantic Airways)