KÍF liggur nú aftur ovast í Atlantic Airways-deildini

Ítróttur21-12-2013 - 23:06 - Jóanis Nielsen

Dysturin í Kollafirði millum KÍF og H71 endaði við at KÍF vann 27-23 eftir at støðan í hálvleikinum var 13-9 til KÍF.

Tað var annars KÍF, sum legði sjógv millum seg og gestirnar beinanvegin í dystinum, tá ið 14 minuttir vóru leiktir, vísti máltalvan 7-1 til KÍF og øll roknaðu við, at dysturin longu tá var avgjørdur. H71 hálaði væl inn aftur, tað ið eftir var av fyrra hálvleiki. Máltalvan vísti 13-9 tá ið farið var til hálvleik.

Í seinna hálvleiki leikti javnt á - KÍF vísti í løtum gott og skjótt spæl og fóru frá H71 - í 46. minutti var støðan 22-15, men H71 gav ikki upp, teir hálaðu nøkur mál inn aftur seinast í dystinum - Úrslitið gjørdist 27-23 til KÍF, sum nú liggur ovast á stigatalvuni ájavnt við VÍF í stigum - 18 stig - men KÍF hevur betri málúrtøku +62 mál og VÍF +56 mál - øll liðini hava nú leikt 12 dystir.

KÍF: Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Magnus Múller 6, Tony Weyhe 7, Teitur Joensen, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Nicklas Selvig 2, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvason, Vilhelm Magnussen, Hjalti Á. Matras og Ási Dam.

H71: Ári Dam, Tóraldur Kollsker, Rógvi Sørensen 3, Rúni Højgaard 7, Bogi G. Davidsen, Hanus Norðberg, Esbern Patursson, Birgir Poulsen 2, Jónas Djurhuus 7, Bogdan Florea 2, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Tróndur Arge og Djóni Højgaard.

Støður:

5. min. 1-0

10. min. 4-0

15. min. 7-1

20. min. 9-2

25. min. 11-5

30. min. 13-9

35. min. 16-12

40. min. 18-13

45. min. 21-15

50. min. 24-19

55. min. 26-20

60. min 27-23

Dómarar: Ragnar Simonsen og Gert Hansen

Áskoðarar: 210.


Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
2VÍF123803245618
1KÍF123492876218
3H7112318315312
4StÍF12327333-612
5Kyndil12308323-1510
6Neistin12314339-2510
7Team Klaksvík12313388-754