Katrin Jóhanna kemur á Miðvág í kvøld

Vinna14-10-2019 - 20:27 - Jóanis Nielsen
Katrin Jóhanna, sum hevur verið á sildaveiðu norðast í føroyskum sjógvi, fór at sigla heim í nátt.

Katrin Jóhanna hevur henda túrin fingið 400 tons av sild, og liggur sildin um 400 gramm. Katrin Jóhanna verður á Miðvági klokkan 21, og landar lastina til Snarfrost í Miðvági og Vestmanna Seafood.