Kajakkrógvarar á Sandavági

myndir05-07-2019 - 09:22 - Jóanis Nielsen

 Í gjár vóru hesir ein túr undir Trøllkonufingri, í dag gongur leiðin vestur um Presttanga - vestur við Miðvágs- og Sørvágsbjørgunum, men hóast tað rekur hart og kann verða óslætt vestanfyri, so hildu teir avstað fyri løtu síðan.