KAF og Havnar Arbeiðarafelag gjørt avtalu um starvsfólk á Brennistøðini

vinna16-10-2019 - 14:35 - Jóanis Nielsen

Seinnapartin í gjár skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Havnar Arbeiðarafelag undir avtalu um starvsfólk á Brennistøðini, ið starvast við evju-súgvarum í Tórshavnar kommunu. Talan er um avtalu, ið áður var gjørd millum Tórshavnar Kommunu og Havnar Arbeiðarafelag. Avtalan byggir á sáttmálan millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Soleiðis verða øll viðurskifti, sum ikki eru greitt ásett í avtalunipartanna millumat fylgja sáttmálanum, sum HavnarArbeiðarafelag hevur við Føroya Arbeiðsgevarafelag.