Jupiter er komin á Tvøroyri

Vinna13-10-2019 - 13:18 - Jóanis Albert Nielsen
Um 11 tíðina fyrrapartin í dag kom Jupiter á Tvøroyri, har teir skulu landa sild til Varðan Pelagic.

Í løtuni landar Gitte Henning 1 til Varðan Pelagic (les her), og tá ið liðugt er at landa Gitte Henning 1 sleppur Jupiter framat.

Jupiter hevur henda túrin fingið 1500 tons av sild.