Jørgen Niclasen afturvaldur til formann í Fólkaflokkinum

Politikkur15-11-2014 - 16:51 - Jóanis Nielsen

 Fólkaflokkurin hevur í dag landsfund í Skúlanum á Giljanesi. 

Fyrst á skrá í morgun, skuldu tey formellu tingini fáast uppá pláss, harímillum skuldi formaður veljast, Jørgen Niclasen er afturvaldur til formann í flokkinum, eingin bjóðaði av, tískil var eingin atkvøðugreiðsla um formansvalið.

Nógv fólk hevur leitað sær vestur í Vágar í morgun, bókasavnið vær nærum fullsett, tá ið landsfundurin byrjaði.

Skráin fyri landsfundin er henda:
Kl. 10.00 Landsfundurin verður settur.
Kl. 10.15 Ársfrágreiðing floksformansins.
Kl. 11.00 "Fiskivinnunýskipan: Virðisøkin og gjald", Bjarni Arnason, stjóri í grannskoðanarvirkinum Numo
Kl. 12.00 Døgurðasteðgur.
Kl. 13.00 "Er neyðugt við eini pensjónsnýskipan?", Marjun Magnussen, deildarstjóri í Almannaráðnum
Kl. 14.00 Orðaskifti, orðið frítt.
Kl. 15.15 Kaffisteðgur.
Kl. 15.30 Orðaskifti heldur fram.
Kl. 17.00 Floksformaðurin tekur saman um og endar fundin.
Kl. 18.00 Nátturði fyri fundarfólki.

Vit koma við fleiri tíðindum frá fundinum.

Sí myndirnar niðanfyri.