Jóhan Á Plógv Hansen svarar 10 spurningum

ítróttur07-09-2013 - 20:23 - Jóanis Albert Nielsen

Vit hava verið í samband við Jóhan Á Plógv Hansen, sum spælur hondbólt í bestu donsku deildini. Jóhan spælur við Skanderrborg.

Nær byrjaði tú at spæla hondbólt?

Eg byrjaði at spæla hondbólt sum heilt lítil, gumma mín var mini-hondbólt venjari hjá Kyndil, so hon tók meg við til hondbólt.

Hvussu nógv og hvussu ofta venur tú hondbólt um vikuna?

Vit venja 4 ferðir um vikuna, hvør venjing er 2 tímar.

Hvussu ofta venur tú styrkivenjing um vikuna?

Styrkivenjing venji eg 2-3 ferðir um vikuna.

Hvat er tín meining um at Føroyar einki A-landslið hevur í hondbólti?

Tað er sjálvandi keðiligt at tað føroyska landsliði ikki hevur eitt A-landslið, men sum eg havi hoyrt, so er tað rættuliga dýrt, eftir mínari meiningin skuldi HSF brúkt alla orku uppá tey yngru landsliðini, so man í framtíðini kundi fingið eitt gott A-landslið, sum kundi komið longri enn bólkaspælið til EM og HM, so hevði HSF tjent pengar uppá A-landsliðið.

Hvat gjørdi at tú valdi at fara til Danmarkar?

Mær dámdi væl hondbólt, eg fekk møguleikan at fara til Danmarkar at spæla hondbólt, so eg tók av.

Hvør er stórsta fyrimynd hjá tær?

Mínar størstu fyrimyndir eru Luc Abalo og Uwe Gensheimer.

Hevur tú íðkað annan ítrótt?

Ja, eg vandi fótbólt til eg flutti til Danmarkar.

Hvat er tín størsta ítróttahending?

Tað man nokk vera at vera við einum ligaliði.

Hvat er tín størta styrki?

Tað er nokk mítt springstyrki.

Hvat er tín veika síða?

At verja man nokk vera mítt veikasta punkt.