Savnsmynd

Jobmatch 2019

mentan28-12-2019 - 09:19 - Jóanis Nielsen

Árliga starvsstevnan har høvi verður at koma í samband við stóran part av tí føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Í dag 28. desember kl. 12.00 standa føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur til reiðar at møta teim vitjandi á Jobmatch, sum aftur í ár verður í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein framúrskarandi góður møguleiki at kunna seg um føroyska arbeiðsmarknaðin, og samstundis gera vart við seg mótvegis møguligum framtíðar arbeiðsgevara.

Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og tey, sum ynskja at royna nýggjar avbjóðingar.