Jóanis Albert føroyameistari í einkultstarti

ítróttur01-09-2013 - 01:22 - Jóanis Nielsen

 Súkkling: Í dag hevur verið súkklað um føroyameistaraheitið í einkultstarti. Teinurin, sum skúkklaður varð - var úr Hósvík til Ljósáir og aftur til Hósvíkar - íalt 35 km.

Tað var Jóanis Albert Nielsen úr Sandavági, sum vann tryggan sigur og gjørdist føroyameistari í einkultstarti, Jóanis Albert var meira en 3 minuttir frammanfyri Gunnar Dahl Olsen, sum gjørdist nr. 2.

Úrslitini:

1. Jóanis Albert Nielsen - tíðin 54.05.4 - meðalferðin 39 km/tíma.

2. Gunnar Dahl Olsen - tíðin 57.18.3 - meðalferðin 36,8 km/tíma.

3. Dávur Magnussen - tíðin 58.05.6 - meðalferðin 36,3 km/tíma.

Vinningarnir vóru frá AG Bike Sport - Føroyameistarin fekk eisini steyp.

Trýst her og les at Guðmundur Joensen skal luttaka í HM.