Jóan Petur Clementsen smíðar bát til Hoyvíkar

mentan02-02-2018 - 21:04 - Jóanis Nielsen

Sands Kommuna skrivar:

Bátasmiđurin í bygdini er í ferđ viđ at smíđa nýggjan bát til Hoyvíkar - tað er funningsmaðurin í Hoyvík, Petur Sivertsen, sum letur bátin byggja.

Jóan Petur Clementsen sigur, at talan er um eitt 7- mannafar.
Báturin verđur 23 føtur, ella 11 og ein hálvan alin til longdar. Stýrhúsiđ verđur á miđjuni, og gangandi verđur framviđ í øđrum borđinum.
Bátasmíđ er handverk, sum í hesum føri arvast frá fađir til son.
Pápi Jóan Petur er Marius, sum hevur smíđađ nógvar bátar í síni tíð.
Stuttligt er at síggja hvussu væl tađ liggur fyri at fáa bondini at passa, stórt sæđ bara viđ hvøssu dólki sum høvuđsambođi.
Hesa løtuna vóru bróđur Jóan Petur, Róin, og feđgarnir Poul og Petur Allan Klementsen eisini inni á gólvinum og fingu eitt gott prát.
Hetta er bygdarlív tá tađ er best.

Myndirnar eru frá Sands Kommunu.