Jákup Pauli er vælnøgdur, at tað spældi av sum tað gjørdi.

Jákup Pauli heldur fram á Nesinum

Vinna30-08-2013 - 04:59 - Jóanis Nielsen

Bóndagarðurin á Nesinum hevur staðið til sølu í eina tíð, men nú er greitt, at tað verður bóndin Jákup Pauli í Eyðanstovu, sum heldur fram sum bóndi á Nesinum.

Jákup Pauli er sera fegin um, at tað gjørdist hann, sum Búnaðargrunnurin valdi til framhaldandi at skula standa fyri bóndagarðinum á Nesinum - Eyðanstovujørðin hevur verið í familjuni í fleiri ættarlið, og tí eri eg sera fegin um, at tað framhaldandi verður so, sigur ein vælnøgdur Jákup Pauli.

Vit tóku nakrar myndir á Nesinum og Úti á Trøð í kvøld.