Ítróttating

politikkur27-08-2019 - 09:39 - Jóanis Nielsen

Í samband við løgtingsvalið hevur ÍSF bjóðað politisku flokkunum á Ítróttating hóskvøldið 29. august kl. 19.00 í Sjónleikarhúsinum.

Á Ítróttatinginum ynskir ÍSF, at politsku flokkarnar geva sítt boð uppá:

- Hvussu vit fáa fleiri at íðka

- Samfelagsgagn av ítróttinum

- Hvussu vit skipa úrvalsítróttin í Føroyum á bestan hátt

- Hvussu vit fáa játtanina til ÍSF tíðarhóskandi

Politisku flokkarnir hava boðað frá, at fylgjandi persónar luttaka á Ítróttatinginum:

Fólkaflokkurin, Annika Olsen

Sambandsflokkurin, Kaj Leo Holm Johannesen

Javnaðarflokkurin, Djóni Nolsøe Joensen

Tjóðveldi, Heidi Lava Elgeirsdóttir

Sjálvstýri, Jens Heri Bolstad Mortensen

Framsókn, Poul Michelsen

Miðflokkurin, Rani Andrasson Skaalum

Framtakið, Høgni Joensen

Føroyaflokkurin. Av tí at flokkurin luttekur í andglettinum í sjónvarpinum sama tíðspunkt, liggur ikki fyri at senda umboð til ítróttatingið.

Ítróttatingið er alment.

Orðstýrari verður Leivur Frederiksen