Íslendingar bíða eftir svartkjaftinum

Vinna10-04-2014 - 22:13 - Jóanis Nielsen

 Ímeðan føroysk skip landa svartkjaft í Íslandi - Jupiter og Tróndur í Gøtu - , sum er fiskaður í ES-sjógvi, so liggja 10 íslendsk uppisjóarskip í Føroyum og bíða eftir at svartkjafturin skal koma í føroyskan sjógv, tí íslendingar hava ikki loyvi at fiska í ES-sjógvi.

Í Havn liggja 6 skip - Vilhelm Thorsteinsson, Lundey, Jón Kjartansson Hakon, Gudmundur og Aðalsteinn Jónsson. Á Tvøroyri liggja 3 skip - Beitir, Børkur og Bjarni Olafsson, ímeðan tað 10. íslendska skipið, sum er Hoffell er á veg inn av svartkjaftafeltinum.

Í løtuni eru tað bara russisk skip, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Myndirnar, sum eru tiknar á Vestaruvág í Havn, hevur Óli Lindenskov tikið:

Les eisini - Børkur og Beitir á Tvøroyri.