Ís- og kaimaður til Faroe Origin, Toftir

Lýsing15-10-2019 - 16:08 - Jóanis Albert Nielsen

Vit søkja eftir einum ábyrgdarfullum og fleksiblum persóni at taka sær av okkara ísvirki á Toftum.Um starvið:

Dagliga arbeiði fevnir um rakstur av ísvirkinum, útflýggjan av ísi, og ymiskt vanligt viðlíkahald av ísvirkinum. Eisini umfatar starvið ymiskt fyrifallandi arbeiði á kaiøkinum so sum móttøka av fiski, avskipan av slógvi, kørum, o.a.

Væntast kann, at ein partur av arbeiðinum fellir uttanfyri vanliga arbeiðstíð.


Førleikakrøv:

- Vit vænta, at tú ert ein ábyrgdarfullur og fleksibul persónur, ið kann arbeiða sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til skip og virkir, sum keypa ís frá okkum.

- Tað er ein treyt at tú hevur trukkskeið ella ert fús/ur til at taka trukkskeið skjótast tilber.

- Handverksalig útbúgving so sum smiður, maskinistur ella líknandi er ein fyrimunur.


Vilt tú vita meiri?

Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Eli Thomsen, framleiðsluleiðara á tlf 550 680 ella senda teldupost til jet@origin.fo.

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jet@origin.fo og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. okt. 2019