Hvussu hevur búskapurin tað?

Vinna16-03-2021 - 09:50 - Jóanis Albert Nielsen

Hósmorgunin leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram í Skálanum í Norðurlandahúsinum.


Heimligi eftirspurningurin er stórur, rentan negativ og útflutningurin reisist spakuliga aftur. Men hvørji eru útlitini fyri føroyska búskapin? Og hvussu spældi korona av?

Vit hava ferðast minni, men hava brúkt nógv meira heima í Føroyum. Hvussu ávirkar tað búskapin saman við lága arbeiðsloysinum.