Hvonn: Neistin vann við 7 málum á VÍF - myndir

ítróttur12-12-2014 - 01:12 - Jóanis Albert Nielsen

Í Hvonndeildini var ein dystur leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld, tað var Neistin, sum tók ímóti VÍF. Neistin liggur fremst í Hvonndeildini, ímeðan VÍF liggur á 4. plássi, fyri VÍF var tí avgerandi at fáa stig burturúr dystinum, fyri at vera við í kappingini um finalupláss.

Neistin byrjaði betri, tær løgdu seg framum og førdu í hálvleikinum við 17-10. Í seinna hálvleiki var meira javnt, tó førdi Neistin eina løtu við 10 málum, Neistin vann dystin við 32-25. Neistin liggur tí eftir dystin í kvøld trygt á 1. plássi við 21 stigum.

Fyri Neistan gjørdi  Milica Rankovic flest mál, hon fekk 9 mál. Fyri VÍF fekk durita C. Jojic flest mál, hon fekk 7 mál.

Neistin: Fríða Petersen, Súsanna Nólsoy 1, Liljan Mohr, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 5, Annika Thomsen 2, Bára Hansen 5, Milica Rankovic 9, Birita Wardum 2, Marijana Luvic, Ása Christiansen, Selma Dahl, Nikoleta Hansen 2 og Jaklin Durhuus 5.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 3, Agnas Olsen 5, Ronja Johannesen, Liljan Djurhuus 6, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Rakul Joensen 1, Durita C. Jojic 7, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen og Eilin Hansen.

Støður: 

5. min. 2-2

10. min. 6-3

15. min. 7-6

20. min. 11-8

25. min. 13-9

30. min. 17-10

35. min. 20-10

40. min. 20-12

45. min. 23-15

50. min. 28-18

55. min. 29-21

60. min. 32-25

Dómarar: Uni og Hannis Wardum

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1338527211221
2Kyndil112872216616
3VB112992306915
4VÍF123412667514
5StÍF112662273910
6Stjørnan11196306-1104
7Søljan11101352-2510