Hús reist á Syðradali

myndir29-04-2017 - 18:00 - Jóanis Nielsen

 Tað er ikki á hvørjum degi, at sethús verða reist á Syðradali á Streymoynni. Men í dag eru húsini hjá hjúnunum Kirstin Leivsdóttir Lútzen og Sigtór Lútzen reist.

Sum sæst á myndunum, so er talan um eini rættuliga stór hús.

Sethúsatalið á Syðradali er í dag økt við 50%, tí har hava bara verið tvey sethús, nú verða tey trý í tali.